Eitt grannalag við einum serligum samleika
Síðan 1976 hevur Tórsbyrgi verið heim hjá familjum í Eysturbýnum í Havn. 36 hús, sermerkt byggilist og ein sterkur felagsskapur hava saman skapað eitt bústaðarøki, sum framvegis stendur sum ein greið heild.
Tórsbyrgi í dag
Tórsbyrgi er ein býlingur í Eysturbýnum í Havn við 36 húsum í ymiskum støddum. Húsini standa tætt saman og eru løgd soleiðis í lendið, at bygningarnir geva hvør øðrum lívd og skapa náttúrlig rúm millum húsini.
Felags fríøki liggja kring húsini, og samspælið millum einstaka heimið og felags umhvørvið hevur frá byrjan verið ein týðandi partur av Tórsbyrgi. Upprunaliga hugsanin sæst framvegis týðiliga: fólk hava sítt egna heim, samstundis sum húsini eru partur av einum størri grannalagi.
Teknað av Gunnar Hoydal
Húsini í Tórsbyrgi eru teknað av arkitektinum Gunnar Hoydal. Tórsbyrgi varð gjørt sum ein kommunal byggiætlan, har dentur varð lagdur á at byggja tætt og lágt og laga byggingina til lendið.
Í staðin fyri at síggja hvørt hús sum eina einstaka eind varð býlingurin hugsaður sum ein samlað heild. Húsini standa tætt og skapa lívd, meðan rúmini millum tey geva pláss til bæði privatlív og felags lív.
Tað er ein stórur partur av tí, sum framvegis gevur Tórsbyrgi sín serliga karakter.
Bygt kring fólk og felagsskap
Tætt og lágt
Húsini eru skipað tætt og fylgja lendinum, so býlingurin verður ein samanhangandi heild.
Lívd millum húsini
Bygnaðurin skapar lívd og góð uttandura rúm millum bústaðirnar.
Felags fríøki
Felagsøkini eru ein natúrligur partur av býlinginum og hava frá byrjan styrkt felagsskapin.
Søgan um Tórsbyrgi
Tað var Tórshavnar kommuna, sum tók stig til byggingina av Tórsbyrgi. Tá fyrstu familjurnar fluttu inn í 1976, fór býlingurin frá at vera ein byggiætlan til at gerast eitt livandi grannalag.
Ein nýggj kommunal byggiætlan
Tórshavnar kommuna tók stig til eitt nýtt bústaðarøki í Eysturbýnum. Gunnar Hoydal teknaði 36 hús í ymiskum støddum.
Fyrstu búfólkini flyta inn
Í 1976 fluttu fyrstu familjurnar inn í Tórsbyrgi, og eitt nýtt grannalag tók av álvara skap.
Felagsskapurin veksur
Jólahald, nýggjárshald, føstulávint, aðalfundir og ársveitslur gjørdust partur av felagslívinum.
Felagshúsið
Gamla hitamiðstøðin varð seinni um- og útbygd til felagshús og gjørdist eitt savningarstað fyri búfólkini.
Tórsbyrgi 50 ár
Fimmti ár eftir at fyrstu fólkini fluttu inn, er Tórsbyrgi framvegis eitt livandi bústaðarøki við sínum serliga samleika.
Felagsskapurin
Felagslívið hevur frá fyrstu árum verið ein týðandi partur av Tórsbyrgi. Tiltøk, arbeiðsdagar og felags verkætlanir hava givið búfólkunum møguleika at hittast og taka ábyrgd av nærumhvørvinum saman.
Gamla hitamiðstøðin varð seinni umbygd til felagshús. Har kunnu búfólk hittast til fundir, veitslur og onnur tiltøk.
Hvammurin
Hvammurin er eitt vakstrarhús á umleið 120 fermetrar, sum er skapað í samstarvi millum Tórsbyrgi og grannarnar Lágargarð og Boðanesheimið.
Vakstrarhúsið liggur á økinum, har matriklarnir hjá teimum trimum pørtunum møtast. Endamálið hevur verið at skapa eitt grønt felags rúm, har millum annað kann dyrkast, og har fólk úr ymiskum ættarliðum kunnu møtast.
Reisigildi var fyri Hvamminum í august 2020. Verkætlanin er eitt gott dømi um, hvussu felagsskapurin í Tórsbyrgi eisini røkkur út um sjálvan býlingin og skapar samband við nærmastu grannarnar.
1976–2026
Tórsbyrgi hevur ment seg saman við teimum, sum hava búð her, men nógv av tí, sum gjørdi býlingin serligan frá byrjan, sæst framvegis í dag: tætt-lága byggingin, felagsøkini, lívdin millum húsini og ein sterkur grannalagsfelagsskapur.