Skip to content
Tórsbyrgi

Tórsbyrgi

Eitt sermerkt grannalag í Eysturbýnum, har byggilist, nærumhvørvi og felagsskapur hava gingið hond í hond í hálva øld.

50 1976–2026

Eitt heim. Eitt grannalag.

Tórsbyrgi er ein býlingur við 36 húsum í Eysturbýnum í Havn. Húsini eru skipað tætt og lagað til lendið, so bygningarnir, felagsøkini og rúmini millum húsini skapa eina greiða heild.

Men Tórsbyrgi er meira enn arkitekturur. Felags tiltøk, arbeiðsdagar og felags verkætlanir hava gjøgnum árini skapað eitt livandi grannalag við einum sterkum samleika.

Les søguna um Tórsbyrgi →
Tórsbyrgi úr erva

Tórsbyrgi í dag

Tað upprunaliga hugskotið sæst framvegis týðiliga. Húsini standa tætt, fylgja lendinum og skapa bæði lívd og náttúrlig felagsrúm.

Samstundis hevur býlingurin ment seg saman við teimum, sum búgva her. Nýggj tiltøk, nýggjar verkætlanir og nýggj ættarlið byggja víðari á felagsskapin.

Sí búfólk →

Tað, sum hendir í Tórsbyrgi

Tiltøk og felags virksemi eru ein týðandi partur av lívinum í býlinginum.

50

Fimmti ár í Tórsbyrgi

Í 1976 fluttu fyrstu familjurnar inn. Fimmti ár seinni er Tórsbyrgi framvegis eitt livandi bústaðarøki við tí sama grundleggjandi hugskotinum: at skapa góð heim og eitt gott grannalag kring tey.

Les meira um søguna