Felagshúsið
Felagshúsið er savningarstaðið hjá búfólkunum í Tórsbyrgi og verður brúkt til felags tiltøk, fundir og aðrar løtur, har grannalagið kemur saman.
Eitt felags stað
Felagshúsið hevur í nógv ár verið ein týðandi partur av felagslívinum í Tórsbyrgi. Her kunnu búfólk hittast til fundir, veitslur og onnur felags tiltøk.
Húsið hevur sín uppruna í gomlu hitamiðstøðini í býlinginum, sum seinni varð um- og útbygd til felagshús. Nógv av arbeiðinum varð gjørt við sjálvbodnari arbeiðsmegi frá búfólkunum.
Felagshúsið er sostatt ikki bara ein bygningur, men eisini ein partur av søguni og felagsskapinum í Tórsbyrgi.
Karmur um felagslívið
Gjøgnum árini hevur húsið verið karmur um nógv ymisk tiltøk og løtur hjá búfólkunum. Tað gevur grannalagnum eitt fast stað at hittast og er við til at varðveita tann felagsskap, sum hevur eyðkent Tórsbyrgi frá fyrstu árum.
Vilt tú leiga hølið?
Skriva ella ring til kontaktpersónin niðanfyri, um tú vilt hoyra meira um leigu, tøkar dagar ella onnur praktisk viðurskifti.