Loading...
Vakstrarhúsið í hvamminum2021-01-31T22:58:00+00:00

Verkætlan í Hvamminum

Grundhugsanin við verkætlanini er  at fáa grannaløg at vera saman um burðardygga matframleiðslu.

Fyrimunirnir eru fyrst og fremst, at matur verður framleiddur og harvið verður tað í minni mun neyðugt at keypa matin. Umframt tað sjálvbjargni, sum hetta førir við sær, verður eisini minkað um CO2 útlátið, tí at matur í minni mun skal flytast úr fjarskotnum støðum.

Matgerð á burðardyggum grundarlagi byggir á fíggjarligt støðufesti og fyriliti fyri umhvørvinum. Alt fleiri av heimsins fólkum búgva í býum og fara at gera tað í enn størri mun í framtíðini. Tí er neyðugt at skapa umstøður at gera mat í nærumhvørvinum, m.a. í býarumhvørvi.

Saman við urtagarsðsvirksemi, sum longu er í økinum, er eitt vakstrarhúsið á 110 m2 í gerð í økinum millum Tórsbyrgi, Lágargarð og Boðanesheimið – og verður væntandi liðugt í vár. Við vakstrarhúsinum er møguleiki at leingja vakstarsesongina munandi – umframt at fáa høgligar umstøður at gróðurseta og gera annað arbeiði.

Í vakstrarhúsinum er ætlanin at hava alivøkstur (aquaponics) við øðrum orðum, umframt grønmetisavgrøði, eisini smáframleiðslu av fiski til matna. Harumframt vera hábeð við stativum til klatriplantur, veggir til espalier, takrennur til hangiplantur, dryppvatniannlegg, svartaklukkualing o.s.v.

Saman við virkseminum í vakstrarhúsinum verður arbeitt við uttandura plantuøki, plantukassum, komposti og øðrum.

Fyri at skapa høgligar arbeiðsumstøður verður grús o.a. lagt á gøtur og tún.

Go to Top